Fult umfar hevur verið í SMS-deildini vikuskiftinum, eftir at steypakappingin var av seinasta seinasta vikuskifti.
Favorittarnir, ið allir vóru á útivølli, vunnu. Leygardagin vann Neisti trygt í Vági.
Í gjár fekk oddaliðið Kyndil tvey stig við sær av Skála. Tað var tó heilt tætt fram til tíðliga í 2. hálvleiki. StÍF var á 16-15, men stutt seinni skoraði útiliðið seks mál á rað. 17-ára gamla Natasja Hammer skoraði heil 14 mál í steypafinaluni hjá U18, og í gjár skoraði hon 13 mál.
Natasja var lykilin til at koppa StÍF (Mynd: Sverri Egholm)
Í Klaksvík gjørdi Stjørnan ov nógvar tekniskar villur og brendi ov nógvar møguleikar til at heilt fylgja VÍF. Tóra Eliasen fór eisini út við skaða í 1. hálvleiki - VÍF spældi fyri fyrstu ferð uttan Agnas Olsen
Durita Jojic gjørdist toppskjútti í Klaksvík við 10 málum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SMS-deildin:
23.02
StÍF - Kyndil 24-32 (13-14)
Toppskjútti: Natasja Hammer 13 mál
Stjørnan - VÍF 20-25 (10-13)
Toppskjútti: Durita Jojic 10 mál
22.02
VB - Neistin 17-27
Toppskjúttar: Gunnfríð Pálsdóttir Nolsóy 10 mál, Slobodanka Bandobranski 9 mál
1. Kyndil 22 stig (14 dystir)
2. VÍF 21 stig (15 dystir)
3. Neistin 20 stig (15 dystir)
4. H71 18 stig (14 dystir)
5. Stjørnan 9 stig (15 dystir)
6. StÍF 7 stig (15 dystir)
7. VB 4 stig (14 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald