Fyrsti kappingardagurin var á oyggjaleikunum á Gibraltar í dag, og tað eydnaðist føroyingunum at fáa tvey gull heiðursmerki.
Tey komu longu fyrrapartin. Súsanna Skylv Sørensen vann tryggan sigur í triatlo. Hon kom langt fyrst á mál í kappingini fyri kvinnur við tíðini 2:31:27.
Hitt gullheiðursmerkið hjá føroyingum var hjá skjótarunum. Teir báðir Tórur Fløtt og Marius F. Joensen vunnu gull í liðkappingini í Olympic Skeet. Tórur rakti 87 dúgvur og Marius 86, tilsamans 173, og tað var 12 fleiri enn Áland á øðrum plássi og 14 betri enn Gotland á triðja plássi.
Í morgin verða ivaleyst fleiri heiðursmerki til Føroyar, tá millum annað svimjingin fer í gongd. Fyrrapartin eru innleiðandi kappingarnar, og í annaðkvøld eru finalurnar.
Á heiðurmserkjayvirlitinum liggja vit á einum sætta plássi. Guernsey hevur vunnið fimm gull í dag, Isle of Man tríggjar, Saaremaa tríggjar, Jersery og Isle of Wight tvey gull hvør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald