Vilnius, Litava (Portalurin) - Eftir tíðindafundin hjá KÍ slapp venjarin hjá Zalgiris framat.
Les um hvat Mikkjal Thomassen og Páll A. Klettskarð søgdu á teirrara tíðindafundi her
50-ára gamli Valdas Urbonas segði fyrst, at nú høvdu teir meira upplýsingar um KÍ, og hvussu teir spæla. Hjá teimum snýr tað seg um at gera arbeiði liðugt. Litavin segði víðari, at teir gleða seg til dystin í annaðkvøld, tí hetta er Evropa League, og felagið hevur sett sær høg mál fyri kappingina
Spurdur um hvørjir lyklaleikarnir hjá KÍ eru, so svaraði Urbonas at Páll Klettskarð er ein vandamikil áleypari, ið teir skuldi ansa eftir í morgin. Eisini nevndi hann sentralu miðverjuna og miðvøllurin sum sterkan part av lið um. Hann segði tó, at tað var heldur torført at meta um; m.a.orsakað av spælistílinum hjá KÍ; har hann vísti á, at KÍ lág sera djúpt og vardi í Føroyum. Hetta var nakað, ið hann tó hevði virðing fyri.
Síggj myndir frá tíðindafundinum og venjingini hjá KÍ her
Venjarin hjá Zalgiris vildi Ikki avdúka nakað serligt um taktikkin; bara tað at Zalgiris vildi stýra leikferðini í dystinum og betra um álopsspælið frá fyrsta dystinum. Urbonas vísti á, at fokus skal vera á egna avrik, og segði annars at hópurin er væl fyri, og at har valdar jaligur hugburður.
Til seinast legði litaviski venjarin dent á, at KÍ ikki skal undirmetast. Urbonas var vísur í, at KÍ fer at stríðast hart, og gera tað torført fyri teir. Og so segði hann til seinast, at teir í Zalgiris ikki hugsa um fyrimunin við útivallarmálum, og at teir fara ikki at spæla uppá úrslitið, men at teir fara eftir at vinna dystin.
Zalgiris vann 2-1 í Gundadali fyri viku síðani. Dysturin á LFF leikvøllinum í Vilnius, byrjar í annaðkvøld klokkan 18 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald