Fótbóltur

Zoran heldur fram í Hoyvík

Venjarin hjá besta kvinnuliðnum í Hoyvík heldur fram næstu tvey kappingarárini.

Zoran Vujovic og Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík (Mynd: FC Hoyvík)

Zoran Vujovic og Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík (Mynd: FC Hoyvík)

2024-08-19 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FC Hoyvík og Zoran Vujovic hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Hetta merkir, at Zoran heldur fram sum venjari hjá kvinnunum komandi tvey kappingarárini, skrivar FC Hoyvík.

Hetta er fyrsta árið, ið felagið hevur havt lið í fremstu deildini hjá kvinnum.

- Øll byrjan er tung, men jaliga og smílandi lyndi hjá Zorani er ein stór orsøk til, at liðið mennist fyri hvørja viku, og dyst fyri dyst, sigur FC Hoyvík.

- Hetta er eitt langtíðar projekt hjá okkum, sum vit trúgva nógv uppá í felagnum, sigur Fróði Danielsen, formaður. Hann leggur aftrat, at tí var eisini týdningarmikið at fáa longt avtaluna við Zoran, so vit saman kunna leggja eina ætlan fyri komandi kappingarárini.

Sjey dystir eru eftir av hesum kappingarárinum og er tað serliga teir seks seinastu dystirnir, ið verða áhugaverdir hjá okkum. Tá verður deildin býtt í tvey og vit koma kappast við B36, Skála og suðuroyarliðið um plássini frá fimm til átta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder