Í fjør kom serbin Zoran Vujovic til Toftir at spæla við B68. Talan gjørdist um tíggju dystir fyri felagið, áðrenn hann skifti til 07 Vestur. Vujovic hevur nú spælt sjey dystir, harav ein steypadyst móti HB, fyri felagið, og nú er greitt, at hann eisini skal umboða 07 Vestur í Betrideildini.
34-ára gamli serbiski áleyparin, ið var darvaður av skaða tíðliga í heyst, skoraði trý mál í seks dystum fyri 07 Vestur í heyst. Zoran Vujovic hevur millum annað spælt í serbiska stórfelagnum Partizan Beograd sum ungur, og hevur umboðað nøkur feløg í bestu deildini í Serbia, umframt Vendsyssel í Danmark og Fjarðabygd í Íslandi.
Hin serbin í felagnum, Predrag Jeremic, longdi í summar sáttmálan. Lylkaleikarar sum Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Tausen, Dann Fróðason, Ragnar Weihe og Teitur Olsen hava seinastu tíðina skrivað undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur og verða harvið at síggja í Betrideildini komandi ár.
Fótbóltur
Zoran Vujovic heldur fram í 07 Vestur
Royndi serbiski áleyparin, sum kom úr B68 fyrr í ár, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Vágamenn hava longt samstarvið við fleiri leikarar seinastu tíðina, nú teir brynja seg til tilveruna í Betridieldini.
Zoran Vujovic (Mynd: 07 Vestur)
2020-12-01 15:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald