Komandi dagarnar hita vit upp til Betrideildina, við at taka pulsin av liðum og leikarum. Vit tosa við eitt umboð fyri hvørt felag um 1. umfar og onnur viðurskifti rundanum.
Fyrst á skránni er dysturin millum HB og EB/Streym í Gundadali, har steypavinnararnir eru stórfavorittar. Vit hava tosað við ein HB-leikara, ið hevur spælt fyri EB/Streym í sínum barnaárum, og ein EB/Streym-leikara, ið hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í HB. Báðir skulu venja seg við nýggjar leiklutir í 2020.
Leygardagurin verður ein stórur dagur fyri leikararnar, sum spæla í Betrideildini hjá monnum. Teir skulu aftur á vøllin at stríðast fyri stigum, og 19-ára gamli Símun Sólheim er ein av teimum, ið gleðir seg:
- Eg eri sjálvandi ógvuliga spentur at koma í gongd. Tað hevur verið ein langur uppstartur fyri okkum allar, men eg haldi at vit hava megnað at fingið nógv gott burtur úr hóast alt. Eg vænti, at vit eru komnir styrktir úr bíðitíðini.
Tekniskt gávaði miðvallarin skifti úr HB til EB/Streym í vetur, og fyrsta uppgávan hjá Símuni og liðfeløgunum er stór – í Gundadali móti HB:
- Vit skulu uttan iva út at geva ein 100 prosent innsats fyri at taka stig frá HB leygardagin. Vit vita, hvat man kann vænta av HB, og tað noyðast vit at vera klárir uppá. Vit hyggja tó fyrst og fremst eftir okkara egna avriki, og um tað er, sum tað skal vera, so ivist eg ikki í, at úrslitið kemur av sær sjálvum.
Dysturin móti HB í Gundadali fór at koma fyrr ella seinni - fleiri nærdystir og færri málmøguleikar
Fyri Símun Sólheim er tað ein uppgerð móti felganum, har hann hevur brúkt meginpartin av sínari tíð sum fótbóltsleikari. Eins og Hjalti Kárason Djurhuus kom Símun til Margáir úr HB í vetur og skal nú aftur spæla á sínum gamla heimavølli:
- Eg veit ikki, hvussu serligt tað verður at byrja júst í Gundadali og júst móti HB; tann dysturin fór at koma fyrr ella seinni. Tað er sjálvsagt ein dystur, ið eg havi glett meg til, so tað, at hann kemur í fyrsta umfari, ger tað bara eyka stuttligt.
Símun, eftir at hann hevði undirskrivað sín fyrsta sáttmála við HB (Mynd: hb.fo)
Nú er hann EB/Streymari (Mynd: EB/Streymur)
19-ára gamli U-landsliðsleikarin fær í øllum førum nú roynt seg á hægsta støði í Føroyum, eftir eina rúgvu av minuttum á bonkinum og í 1. Deild í fjør -
- Betrideildin er rættiliga nýggj fyri meg. Eg haldi, at størstu munirnir eru, at fysisku duellirnar eru fleiri, og at kjansirnir ikki koma líka ofta, sum í øðrum deildum eg havi spælt í. Eg havi tí tikið nøkur kilo uppá, og havi roynt at vera meira effektivur í álopsstøðum.
EB/Streymur og HB spæla leygardagin klokkan 15 í Gundadali.
Les eisini: Spæligleði og samanhald millum lyklarnir til at koma í oddin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald