Komandi dagarnar hita vit upp til Betrideildina við at taka pulsin av liðum og leikarum. Vit tosa við eitt umboð fyri hvørt felag um 1. umfar og onnur viðurskifti rundanum.
Fyrst á skránni er dysturin millum HB og EB/Streym í Gundadali, har steypavinnararnir eru stórfavorittar. Vit hava tosað við ein HB-leikara, ið hevur spælt fyri EB/Streym í sínum barnaárum, og ein EB/Streym-leikara, ið hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í HB. Báðir skulu venja seg við nýggjar leiklutir í 2020.
- Hetta hava verið tveir sera langar mánaðir at bíða, so eg eri sera spentur til at koma í gongd. Eg hevði nú heldur vilja spælt hesar tveir mánaðirnar enn at trena 3 mans í senn.
Eitt sum 21-ára gamli Daniel Johansen hevur gjørt seg til reiðar til, er at spæla á vinstra bakki fast. Í fjør spældi Daniel heili 32 dystir á besta liðnum hjá HB, men teir flestu hjá tekniskt sterka leikaranum við tí góða vinstra beininum vóru á sentrala miðvøllinum. Hóast hann hevur roynt plássið fyrr, so skal Daniel nú av álvara lyfta uppgávuna eftir landsliðsleikaran Magnus Egilsson, sum er farin til Reykjavíkar at spæla fyri Heimir Guðjónsson.
- Vinstri bakkur er ikki nakað lætt pláss at spæla. So eg havi roynt at gjørt alt fyri at styrkja meg, og eg havi fingið roynt meg av har til venjingardystirnar. Eg vóni, at eg komi at standa meg væl og komi at fáa nógvar dystir í fremstu røð - Tað er her, sum eg vil verða.
Torført at skora móti barndómsfelagnum
Leygardagin tekur HB ímóti EB/Streymi. Tað er felagið, ið Daniel umboðaði sum drongur, áðrenn hann í 2014 kom til HB:
At spæla ímóti EB /Streymi er ikki ein løtt uppgáva, tí teir verja væl, og tað er tískil ofta torført at fáa mál ímóti teimum Eg eri sera spentur at sleppa at spæla ímóti teimum í 1.umfari, og eg fari inn fyri at vinna dystin og fari at geva meg 100 prosent fyri at vinna ein og hvønn dyst - eisini um talan er um mítt barndómsfelag
Daniel Johansen í dysti móti NSÍ í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Hvat skal so til fyri at HB, sum endaði á 4. plássi í fjør, aftur kappast heilt fram frammi í oddinum?
- Fyri at koma fram í oddin, har vit vilja vera, so skal gott samanhald og hørð venjing til, umframt spæligleði. Og vónandi fáa vit ikki fleiri skaðar.
Les eisini: - Skulu geva ein 100 prosent innsats fyri at taka stig frá HB leygardagin
Fótbóltur
- Spæligleði og samanhald millum lyklarnir til at koma í oddin
Daniel Johansen, ið nú er fyrsta val á vinstra bakki hjá HB, sigur við Portalin, at tað hava verið tveir langir mánaðir eyka at bíða til kappingarbyrjan.
Daniel Johansen eftir Ólavsøkusigurin hjá HB í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
2020-05-06 15:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald