Fótbóltur

Video: - At verða við aftur nú er bara stuttligt

- Styrki, ferð og tað at kunna gera okkurt sjálvur; tað eru helst slíkar dygdir, ið venjarin hevur sæð. Hetta sigur Andreas Lava Olsen ið metir, at møguleikin fyri at vinna á heimavølli í Nations League er góður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-01 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Venjarin kemur við ymiskum nýggjum, ið vit vónandi fara at síggja hóskvøldið.

Hetta segði Andreas Lava Olsen við Portalin undan landsliðsvenjingini á Tórsvølli í dag. 

Sí eisini: Myndir: Fyrsta almenna venjingin hjá Håkani Ericson

32-ára gamli leirvíkingurin er ein av "nýggju" leikarunum. Áleyparin hjá Víkingi hevur ikki spælt ein landsdyst í næstan fýra ár, og tað var navnið ið helst loypti mest hvøkk á, tá Håkan Ericson kunngjørdi sín hóp á tíðindafundinum seinasta mánadag.

Lava hevur spælt 590 minuttir í 15 dystum í Betrideildini í ár og hevur skorað tvey mál - bæði í sama dysti har hann niðurlegði B36. Samanlagt hevur maðurin við serstøku dygdunum spælt 10 landsdystir og skorað eitt mál.

Tøl: FaroeSoccer

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder