Starvsnevndin hjá Svimjisamand Føroya hevur tikið avgerð um at seta Kristian Martin Joensen sum nýggjan landsliðsvenjara í svimjing.
Kristian Martin Joensen hevur áður tikið sær landsliðsarbeiði, og hevur tí drúgvar royndir. Í samband við fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar var somuleiðis eitt nýtt landslið í svimjing úttikið í gjár.
Tey, sum nú eru umboðaði á føroyska svimjilandsliðnum koma úr Flot, Fuglafjarðar Svimjifelag, Susvim, Ægir og Havnar Svimjifelag, og talan er um 12 kvinnur og 14 menn.
Oyggjaleikir standa fyri framman og fleiri hava longu klárað bæði A og B kravtíðir, meðan onnur eru á gáttini at klárað hetta.
Kravtíðarskeiðið er heilt fram til 25 apríl, og ynskiligt er, at vit fáa so breiðan og sterkan hóp at umboða Føroyar til oyggjaleikirnar.
Tey, sum eru úttikin til landsliðið eru:
Rebekka Róðinsdóttir
Jón Hofgaard
Haraldur G. Mortensen
Sissal Rógvadóttir
Emma Debes
Jórun Winther
Barbara Debes
Jóhanna Ólavsdóttir
Lea Petersen
Durita M. Askham
Lea Osberg Højsted
Heini M. Askham
Fróði Hansen
Bárður Ólavson
Tórir Olsen
Benjamin Havn
Líggjas Joensen
Isak Brisenfeldt
Elisabeth Erlendsdóttir
Bartal Erlingsson Eidesgaard
Vár Eidesgaard
Silas Dam Lindberg
Ólavur Winther Jákupsson
Óli Mikkelsen
Theodor Salter
Lilja Harrysdóttir
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald