Nógvir føroyskir svimjarar eru væl fyri, nú HM, NM og NJM av álvara nærkast - og Oyggjaleikir eisini eru í "heimahyli" næsta summar.
Fleiri av teimum sum skulu HM í Kina og til NM/NJM í Litava í desember hava vunnið nógv heiðursmerki og svomið góðar tíðir júst farna vikuskifti, tá FM á stuttgeil var á skránni.
Serliga tveir hava skarað framúr: Ein í júst FM í Gundadali og ein av svimjarunum, sum til dagliga svimur fyri Ålborg Svømmeklub, til DM fyri lið.
Isak Brisenfeldt tók 18-ára gamalt føroyskt met frá Pál Joensen í Kastrup fríggjadagin. Sunnudagin betraði Isak Brisenfeldt um egna met hansara í 200 metra blandað, sum hann setti fyri einum ári síðani (2.01.23).
Havnarmaðurin gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina á teinum í Kastrup og samstundis gerast fyrsti føroyingur undir tveir minuttir í 200 blandað. Hetta við tíðini 1.59.21 sambært Svimjisambandi Føroya.
![]()
Isak við gullheiðursmerki um hálsin í Kastrup (Mynd: Svimjisamband Føroya)
Harvið tykiskt Isak Brisenfeldt at vera í stórformi í løtuni. Og Bartal Erlingsson Eidesgaard: Hann heldur eisini á at betra um føroyskt met.
Bartal Erlingsson Eidesgaard setti føroyskt met i 50 metrar frí leygardagin - ikki einaferð men tvær ferðir.
Video: Tvær ferðir føroyskt met til Bartal Eidesgaard
Sunnudagin vóru tøkini eisini skjót og góð hjá Bartali í Gundadali. Hann setti føroyskt met, ið hann sjálvur átti áðrenn, á 50 metrar frí.
Sambært Svimjisambandinum betraði Bartal Eidesgaard hetta metið frá 27.83 til 27.68.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald