Fótbóltur

Stjørnan fer í EM-steðg sum oddalið

Klaksvíkskvinnur hava av álvara funnið flogið, og leygardagin fekk EB hetta at sanna - sí hæddarpunkt her. VÍF vann í Hoyvík og harvið tætt í oddinum, nú eingin landskappingarhondbóltur verður í nakrar vikur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-22 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stjørnan er aftur ovast í fremstu deildini.

Tað var vanligt serliga tíðliga í øldini, man tað man vera langt síðani, at tær reyðkløddu úr Norðoyggjum hava verið oddalið so mikið langt inn í eitt kappingarár.

Stjørnan tapti í Hoyvík í 3. umfari, spældi stutt seinni javnleikir móti Neistanum og StÍF men hevur síðani vunnið seks dystir á rað. Tríggir av seinastu fýra dystunum - í Havn móti Neistanum, í Vestmanna og í gjár móti EB - hevur Stjørnan vunnið við yvir tíggju málum.

Stjørnan vann 35-22 á EB í KÍ-høllini leygardagin - sí hæddarpunkt ovast

Ein blandingur av sterkum lokalum buli, dugnaligum útlendskum spælarum - í bakketu og í málunum - umframt Brynju Høj sum verjuovasta og strikuspælara sær út til at rigga.

Av tí at VÍF vann í Hoyvík í gjár, í spennandi dysti, hevur Stjørnan, sum hevur 18 stig fyri 12 dystir, fýra stig niður til júst VÍF og H71. Oddaliðið hevur tó spælt ávikavist ein dyst og tveir dystir fleiri enn vestmannakvinnur og hoyvíkskvinnur.

Sí støðuna í SMS-deildini her

EM-hópurin savnast mánadagin, og tað verða ikki landskappingardystir næstu smáu tríggjar vikurnar.

 Dystir standa at vera aftur 9. desember, men í øllum førum dystirnir hjá H71 og Neistanum, sum hava EM-spælarar, vera fluttir. Annars er oddadystur millum VÍF og Stjørnuna á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder