Pólsk mótsstøða var hjá greipuvinnarunum úr H71 í kvøld, og sum væntað var talan um kropsliga sterka mótstøðu.
At enda vóru hoyvíkingar tó snildari og stinnari og hava ein lítlan fyrimun undan seinna dystinum, sum verður í morgin, sunnudagin. Ein fyrimun sum tó kundi verið størri
Tað var 16-16 í steðginum, men í 2. hálvleiki koyrdu H71'arnir á, har serliga Boas Ellefsen á Skipagøtu var í hopla. Leiðslan lá leingi um 1-2 mál, men frá minutti 50 og smáar fimm minuttir fram, var leiðslan størri - heilt upp í fimm málum.
Ostrovia fekk tó minkað niður í tvey mál. Hetta merkir, at H71 kann tapa við einum máli í morgin, tá liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini. Hetta verður klokkan 17, og dysturin sæst á Portal Play fyri 79 krónur.
Sí myndir niðanfyri sum Jens Kr. Vang tók.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald