Einasta føroyska umboðið sum er eftir í evropeiskari kapping, er mansliðið hjá H71. Hoyvíkingar vunnu seg víðari úr 2. umfari við samanløgdum sjey-máls sigri á kroatiska MRK Trogir.
Grundarlagið fyri tí sigrinum varð lagt á heimavølli, og H71 hevur samrátt seg til, at báðir dystirnir í 3. umfari verða spældir í Hoyvíkshøllini. Nakað sum kann gerast ein stórur fyrimunur hjá føroyameistarunum.
- Tað kann sjálvandi hava nógv at siga, at vit spæla dystirnar við okkara áskoðarum og kendu umstøðum - heldur enn frammanfyri upp ímóti 4.000 heimáskoðarum í Póllandi, sigur Djónir Gaard Joensen við FM1 og Portalin.
Sí eisini: Úr H71-leguni: Vit eru ikki favorittar - men vit síggja avgjørt møguleikar og fyrimunir
Í Hoyvík gera tey eisini nógv burtur úr við upphiting frá klokkan 15.30, kapping í steðginum og annað.
Rebud Kpr Ostrovia er avgjørt eitt stig upp, í mun til MRK Trogir, og tað verður ein spennandi avbjóðing hjá greipuvinnarunum.
Í kvøld snýr tað seg um at hava okkurt at spæla um í seinna dystinum, sum byrjar eitt samdøgur seinni - sunnudagin 22. november klokkan 17.
Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum og síggja dystin á Portal Play fyri 79 krónur. Hetta verður við Sjúrði Hildarson Hoydal sum frásøgumanni.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald