Fótbóltur

Føroyar skulu stríðast við Georgia um plássið í Deild B

Fyrsta taka Føroyar ímóti í dimbuldagaviku 2027, og seinni dysturin verður spældur í Asia - tað verður uttan størstu georgisku stjørnuna, Kvaratskhelia.

Jákup Biskopstø í dysti í Georgia í fjør. Meira verður uppá spæl, tá londini hittast í Tbilisi í mars næsta ár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Jákup Biskopstø í dysti í Georgia í fjør. Meira verður uppá spæl, tá londini hittast í Tbilisi í mars næsta ár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-11-20 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í juni 2025 spældur Føroyar og Georgia venjingardyst í Tbilisi. Tá londini hittast aftur í georgiska høvuðsstaðnum síðst í mars 2027 verður nógv meira uppá spæl.

Norðurmakedónia og Rumenia fóru, og tá mótstøðuliðið hjá Føroym í Nations League-røkkstøkkdystinum skuldu finnast, vóru Georgia og Ísrael eftir.

Har komu georgar út pottinum. Á pappírinum eitt fínt lutakast, hóast georgar eru styrkismettir væl omanfyri føroyingar.

Føroyar taptu 1-0 í Tbilisi í fjør og hava havt betri úrslit enn Georgia síðani. Mótstøðuliðið í mars verður eisini uttan stóru stjørnuna. Khvicha Kvaratskhelia fekk álvarsaman knæskaða í Champions League-dysti móti Barcelona í síðsta mánaða og skal sita uttanfyri í eitt hálvt ár.

Harumframt fekk sterki georgiski Bundesliga-miðverjin Luka Lochoshvili reytt kort í tapinum fyri Ukraina týskvøldið.  

Røkkstøkkdystir um upp- og niðurflyting til Deild B

Kýpros - Norðurmakedonia
Estland - Rumenia
Føroyar - Georgia
Hvítarussland  - Ísrael

Føroyar spæla fyrra dystin á Tórsvølli 25-, 26. ella 27. mars. Nakrar dagar seinni verður avgerandi dysturin í Georgia. Endaligar dagfestingar verða settar á skjótt.

Verður dagført

Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein verður í FM1-tíðindunum og setur orð á lutakastið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder