Arbeiðið varð væl avgreitt á Tórsvølli mánadagin, tá føroysku fótbóltsmenninir á fyrsta sinni endaði á 2. plássi í Deild C í Nations League. Harvið bíða røkkstøkkdystir um uppflyting til Deild B í mars 2027 - í dag verður greitt, hvørjum hesir báðir dystirnir skulu spælast ímóti.
Norðurmakedónia, Georgia, Ísrael og Rumenia. Eitt av hesum liðunum er á skránni síðst í mars næsta ár. Hetta gjørdist endaliga greitt týskvøldið.
Síðani hevur verið mett nakað um, hvat besti møguleikin man vera. Liðini liggja nær hvørjum øðrum á FIFA-styrkislistanum, har Rumenia tó er nakað hægri.
Norðurmakedónia hevur havt tí vánaligastu Nations League higartil - endaði aftast við ongum stigi og málúrttøkuni 1-15. Georgia hevur heldur ongan dyst vunnið í heyst (tvey stig) og verður eisini í mars uttan stóru stjørnuna úr PSG, Khvicha Kvaratskhelia. Føroyar hava eisini spælt tættar dystir móti hesum báðum liðunum seinastu árini; fleiri móti Norðurmakedónia.
Ísrael spælir ikki í heimlandinum í løtuni, og tað kann verða ein stórur fyrimunur. Føroyar skulu, sum lægri styrkismetta liðið í B/C-røkkstøkk, spæla á heimavølli fyrra dystin.
Eyðun Klakstein staðfestir í samrøðu við Fótbóltssamband Føroya, at her er talan um lond, sum man vil og skal yvirhála fyri at koma til endaspøl. Tí verða røkkstøkkdystirnir ein góð styrkiroynd - peikað verður tó ikki á nakað lið fyri seg.
– Eg havi ikki nakað ynskimótstøðulið. Øll londini eru styrkismett væl hægri enn vit, men eg haldi, at vit hava møguleikar ímóti øllum fýra londum, sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF.
Sí eisini: - Vit hava møguleikar móti øllum fýra londunum
Lutakastið verður klokkan 11 føroyska tíð. Til ber at fylgja við á uefa.com, har millum annað stroyming verður.
Meira verður eisini á Portalinum og FM1 seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald