Annað

FM í skúlatalvi – annar dagur

Næmingar í 5. og 6. flokki kappaðust við Tjarnir í gjár - Skúlin við Løgmannabreyt gjørdist vinnari í tøttu kappingini.

2026-11-19 09:50 Author image
Innsent
placeholder

Í gjár vóru tað næmingar úr 5. og 6. flokki, sum hittust við talvborðini við Tjarnir, har kappast verður um FM-heitini í skúlatalvi hesa vikuna.

Talan gjørdist um eina tætta kapping, har nógv lið trokaðust í oddinum. Undan seinasta umfarinum vóru heili seks skúlar, sum kundu fara avstað við FM-heitinum. Skúlin við Løgmannabreyt hevði skutin undan hinum, og við trivaligum sigri í endaumfarinum eydnaðist teimum at halda fast í fyrstaplássinum.

Ikki kann sigast annað enn, at sigurin var uppiborin, tí liðið vann allar sínar dystir uttan tann eina, sum endaði javnur.

Hoyvíkar skúli endaði á øðrum plássi, eins og týsdagin, meðan Skúlin á Fløtum fór við triðja plássinum.

Skúlin í Eysturkommunu átti besta gentuliðið, og Skúlin við Løgmannabreyt átti besta blandaða liðið.

Endastøðan:
Løgmannabreyt 6.1 – 24,5 stig
Hoyvík 2 – 23,5 stig
Skúlin á Fløtum 2 - 22 stig
Løgmannabreyt 6.bl. - 21 stig
Løgmannabreyt 6.2 – 19,5 stig
Eiði – 19 stig
Skúlin á Fløtum 1 - 19 stig
Skúlin á Fløtum 6 - 19 stig
Sørvágur – 18,5 stig
Løgmannabreyt 5.1 - 18,5 stig
Sankta Frans 4 – 18 stig
Skála – 18 stig
Toftir 1 – 17 stig
Hoyvík 1 – 17 stig
Eystukommuna 1 – 17 stig

Í alt 46 lið.

FM í skúlatalvi endar í dag, tá næmingar úr 7.-9. flokki fara at kappast. 42 lið eru við í kappingini í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder