Neistakvinnur høvdu alla orsøk at fegnast eftir sigurin móti EB í kvøld.
Um vikuskiftið spældu tær móti sveisiska LK Zug í European Cup og tað endaði við avsmurningi. Tískil skuldi Neistin til Eiðis í kvøld at reisa seg.
Og tað gjørdu neistakvinnur eisini. Við nógvum umráðandi bjargingum var Silja Arngrímsdóttir Müller í neistamálinum ein av stóru orsøkunum til sigurin móti favorittunum av Eiði.
Hálvleiksstøðan var 13-15, og tað var EB sum fekk betru byrjanina í seinna hálvleiki, men síðani var tað Neistin sum tók av og vann 26-22.
Allir landskappingar- og steypakappingardystir verða sendir beinleiðis á Portal Play og síggjast við haldi fyri 89 krónur um mánaðin.
Øll hæddarpunkt eru at síggja ókeypis á Portal Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald