Annað

400 skúlabørn telvaðu við Tjarnir

Tað vóru næmingar úr Skúlanum á Fløtum, sum tóku sigurin, tá skúlabørn úr 3. og 4. flokki kappaðust í fyrstu av trimum FM-kappingum í skúlatalvi.

(Mynd: Haldur Suni Johansen)

(Mynd: Haldur Suni Johansen)

2026-11-18 07:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útvið 400 skúlabørn úr 3. og 4. flokki hittust við talvborðini týsdagin, tá ið fyrsta av trimum FM-kappingum í skúlatalvi var hildin við Tjarnir.

Tað vóru næmingar úr Skúlanum á Fløtum, sum hava vant dúgliga hjá Absalon Hansen, sum tóku sigurin við 27,5 stigum av 30 møguligum.

Kappingin var hørð um næstu plássini. Har endaði við, at Hoyvíkar skúli fekk 2. plássið við 22 stigum, meðan Skúlin við Løgmannabreyt fekk 3. plássið við 21,5 stigum.

Eiðis skúli átti besta blandaða liðið, t.e. har liðið er javnt býtt millum gentur og dreingir. Liðið av Eiði fekk 18 stig og endaði á 9. plássi í samlaðu kappingini.

Besta gentuliðið átti Skúlin við Løgmannabreyt. Gentuliðið frá SVL fekk 17 stig og endaði á 15. plássi í samlaðu kappingini.

Í alt 52 lið tóku lut, harav 9 blandað lið og 10 gentulið.

Endastøðan:
1. Spírin (Skúlin á Fløtum) - 27,5 stig
2. Hoyvík 1 - 22 stig
3. Løgmannabreyt 3 - 21,5 stig
4. Sankta Frans 3 - 19,5 stig
5. Hoyvík 3 - 19 stig
6. Toftir 1 - 18,5 stig
7. Eysturskúlin 1 - 18,5 stig
8. Skúlatrøð 2 - 18,5 stig
9. Eiði - 18 stig
10. Sankta Frans 2 - 18 stig
11. Eysturskúlin 3 - 18 stig
12. Skúlatrøð 4 - 18 stig
13. Eysturkommuna 1 - 18 stig

FM í skúlatalvi heldur fram í dag, tá ið 46 lið úr 5. og 6. flokki fara at kappast. Í morgin telva næmingar úr 7.-9. flokki. Tá eru liðini 38 í tali.

Í alt 1.000 næmingar úr 18 skúlum fara at hava sitið við talvborðini hesar tríggjar dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder