Philippe Diallo, forseti fyri franska fótbóltssambandið, FFF, hevur tað, sum skal til til tess at skimpa italiumannin, Gianni Infantino av trónuni sum Fifa-forseti.
Tað metir 63 ára gamli fraklendingurin sjálvur.
- Nú er tað upp til meg og fólkið aftan fyri at sannføra hinar heimspartarnar, men eg havi longu fingið váttan um sterkan stuðul, og tað verður avgerandi hesa komandi tíðina.
Tað segði Diallo á tíðindafundi í dag, sambært AFP.
Evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, váttaði í gjár, at Philippe Diallo stillar upp ímóti Gianni Infantino, tá tað í mars verður forsetaval í Fifa.
Til tess at verða valdur til forseta, skal eitt valevni hava meira enn helmingin av atkvøðunum hjá teimum 211 limalondunum í Fifa. Evropa kann í mesta lagi koma við 55 atkvøðum, men Philippe Diallo er sannførdur um, at hann longu hevur fingið tekin um týðandi stuðul úr øðrum heimspørtum eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald