- Eg var greiður yvir, at Jóannes kundi fáa leikbann, og sum heild visti eg bara áðrenn landsliðsvindeygað, at eg skuldi vera til reiðar. Vit hava eitt ógvuliga gott samstarv, eru vinmenn og kunnu prika hvønn annan eitt sindur - sum eg eisini havi gjørt, síðani FM kom í hús.
Soleiðis sigur Jann Julin Benjaminsen um støðuna at skula avloysa javngamla Jóannes Kalsø Danielsen í kvøld. KÍ-bakkurin fekk leikbann vegna gult kort í Slovakia fríggjakvøldið, men NSÍ-bakkurin loysti uppgávuna fyrimyndarliga væl í kvøld.
- Eg veit, at eg havi nakað at geva - millum annað álopskent serliga tá vit spæla á heimavølli. Hetta var fyrstu ferð í tvey ár, at eg byrjaði inni á Tórsvølli, so tað var heilt fantastiskt at spæla her og vinna. Helt eisini tað gekk væl at loysa verjukendu uppvágurnar
![]()
Ein fegin Jann Benjaminsen við dóttirni eftir dystin í dag, har Føroyar hildu málið reint (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Minniligi novembersigurin á Moldova
29-ára gamli bakkurin hevur nógv rós at geva síðumakkaranum Odmari Færø og málverjanum Mattias Lamhauge, og Jann Benjaminsen helt fyri, at Føroyar høvdu tamarhald á.
- Vit burdu havt fleiri stig í hesum bólkinum, so tað er fult uppiborð, at vit enda nummar tvey. Nú skulu vit fegnast um hetta, og so hyggja vit uppá framtíðina aftaná, sigur sáttmálaleysi spælarin.
Hoyr samrøðuna ovast
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
Føroyar - Moldova 1-0 (1-0)
25' Áki Samuelsen (Adrian Justinussen)
Sí meira um dystin her - Les meira her
Endaliga Støðan
1. Slovakia 12 stig *
--------------------
2. Føroyar 8 stig **
-------------------
3. Moldova 7 stig
4. Kasakstan 3 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Skulu spæla røkkstøkkdystir í mars um uppflytingð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald