- Tað kundi sjálvandi verið uppaftur betri í hesari kappingini, men nú eri eg bara glaður: Gott at vit kunnu geva øllum hesum mongu føroyingunum á Tórsvølli nakað at fegnast eitt sindur um.
Hetta sigur Áki Samuelsen eftir fyrsta sigur hansara sum A-landsliðsspælari. Eftir ein dyst har 22-ára gamli havnarmaðurin skoraði einasta, og harvið avgerandi málið.
![]()
Liðformaðurin Odmar Færø og hinir fagna Áka Samuelsen, sum avgjørdi alt á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Minniligi novembersigurin á Moldova
Mjällby-spælarin hevði ikki spælt kappingardystir fyri A-landsliðið undan hesari Nations League-kappingini, men vandamikli vongurin skoraði í helminginum av dystunum (3 mál í 6 dystum), og føroyski toppskjúttin legði eisini upp til eitt mál í tí eina dystinum, hann var innskiftari (Slovakia á heimavølli). Sjálvur heldur Áki Samuelsen, at hetta var rætta løtan.
- Haldi ikki beinleiðis at eg eri komin ov seint á A-landsliðið. Tíðin á U21-landsliðnum var góð og gevandi, og tað var gott, at eg var til reiðar, tá tíðin nú kom.
Hann viðgongur, at tað stóð nógv á móti endanum, sum Áki Samuelsen sá uttanfrá - ella bara partvíst sá.
Hoyr samrøðu við málskjúttan ovast
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
Føroyar - Moldova 1-0 (1-0)
25' Áki Samuelsen (Adrian Justinussen)
Sí meira um dystin her - Les meira her
Endaliga Støðan
1. Slovakia 12 stig *
--------------------
2. Føroyar 8 stig **
-------------------
3. Moldova 7 stig
4. Kasakstan 3 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Skulu spæla røkkstøkkdystir í mars um uppflyting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald