Lagt varð upp til stóru finaluna um 2. plássið í okkara Nations League-bólki í kuldanum á Tórsvølli í dag. Ókeypis atgongd var, sum fleiri túsund gjørdu sær dælt av, og lagið var avbera gott.
Føroyska liðið vísti eisini, at man var til reiðar. Sjálvdan munnu Føroyar hava verið so nógv omaná í einum kappingardysti sum fyrsta hálvan tíma, har 1-0 ikki var eitt mál ov lítið.
Tað var Áki Samuelsen, sum setti fótin væl á vælspælda álopið, har sterki liðformaðuri Odmar Færø og vælupplagdi áleyparin Adrian Jusinussen høvdu fótin á beint áðrenn. Triðja málið og fjórða málstigið hjá 22-ára gamla havnarmanninum í fyrstu kappingini fyri A-landsliðið - meira enn góðkent.
![]()
Føroyska avrikið í 1. hálvleiki var eisini meira enn góðkent, men Moldova kom meira við, og Mattias Lamhauge hevði eina stórbjarging fyri steðgin. Strømsgodset-málverjin var eisini tryggur og hevði eisini serliga tvær frálíkar eftir steðgin; fríspark í yvirtíðini har hann var uppi í málhorninum og ikki minni í samband við ein fríleypara, tá føroyingar hildu at rangstøða var.
![]()
Mattias Lamhauge uppi í málhorninum í yvirtíðini - føroyska málið varð hildið reint á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Ikki tí; heimaliðið hótti eisini javnan og lá sjálvdan og vardi ov nógv. Málið varð hildið reint, og tað burdi serliga verið 2-0, tá innskifti og lívligi Aron Benjaminsen rakti stongina eftir frálíkt mótálop.
![]()
Aron Benjaminsen vísti seg væl fram og burdi skorað móti endanum (Mynd: Sverri Egholm)
Men føroyingar kunndu tó framvegis stórfegnast. Tað er ikki eydnast fyrr at vinna sær pláss í røkkstøkk-dystunum í Nations League, men føroyingar hava uppiborið tað hesaferð. Átta stig komin til høldar, fleiri burdu verið har, og einki tap.
![]()
Stórur fagnaður við Skansan (Mynd: Sverri Egholm)
Tað verður í mars, at Føroyar skulu spæla tveir dystir um uppflyting og um betri fyritreytir framyvir í undankapping. Møguleikarnir har eru millum annað Noðurmakedónia - meira um hetta seinni.
Dagført: 17.39
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
Føroyar - Moldova 1-0 (1-0)
25' Áki Samuelsen (Adrian Justinussen)
Endaliga Støðan
1. Slovakia 12 stig *
--------------------
2. Føroyar 8 stig **
-------------------
3. Moldova 7 stig
4. Kasakstan 3 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Skulu spæla røkkstøkkdystir í mars um uppflyting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald