Føroyar hava áður vunnið á Moldova á Tórsvølli - í 2021 - men eisini tapt - í 2023. Liðini hava tríggjar ferðir spælt 1-1 javnleik í Moldova. Nú stendur meira uppá spæl, enn tað hevur gjørt áður millum liðini. Og Føroyar skulu hava sigurin í hús.
Talan er um ein serstakan dag og serstakan dyst í føroyskum landsliðsfótbólti. Sjálvdan hevur so nógv staðið uppá spæl, men dysturin verður spældur klokkan 15 ein mánadag mitt í november.
Fótbóltssambandið hevur gjørt sítt: Ókeypis atgongd er, og øll plássini á Tórsvølli eru umbiðin. Tað vera millum annað nógvir skúlaflokkar at síggja, og áðrenn dystin verður upphiting.
Les eisini: Ikki nakað tøkt setur á Tórsvølli - gera nógv burtur úr
Video: - Tórsvøllur kann gerast munurin til endans
Føroyar og Moldova spæla um 2. plássið, sum gevur tveir røkkstøkkdystir um uppflyting til Deild B. Tað hevði verið nakað nýtt hjá báðum londunum.
Føroyingar eru ósigraðir í Nations League-bólkinum men hava ikki vunnið higartil - í dag eru trý stig neyðug. Moldova, sum vann á Kasasktan fríggjakvøldið, stendur seg við javnleiki.
Sí eisini: Her er nógv gott í væntu: - Grundarlagið kann leiða til nakað stórt
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova
FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná. FM1 sendir frá klokkan 13.30
Støðan:
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig
4. Kasakstan 2 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald