- Nei, hetta er einki problem. Vilja gjarna bjóða okkara gestum karmar sum hesar og eitt sindur av kava.
Soleiðis segði Odmar Færø við einum smíli stutt áðrenn venjingina hjá føroyska mandslandsliðnum á Tórsvølli í dag. Tað kavaði nakað, men hetta nervaði ikki víkinginga-kenda føroyska miðverjan.
Myndir: Kavi, smíl og til reiðar til Moldova
Sum heild gleddi royndi KÍ-spælarin seg bara til avgerandi dystin í Nations League-bólkinum og fegnaðist um at vera aftur í heimligum umstøðum - og at tað væntast upp ímóti 5.000 áskoðarum í morgin.
- At spæla fyri nógvum spentum føroyingum í kendum umstøðum gevur eitt øðiligt "boost". Tað kann vera munurin, tá vit koma móti endanum í morgin.
Sí eisini: Ikki nakað tøkt setur á Tórsvølli - gera nógv burtur úr í morgin
Odmar Færø vísir eisini á styrkina hjá liðnum sjálvum - tað hevur ikki verið sterkari í mun til kropsliga stigið og breiddina; dygdirnar hjá hópinum, heldur verjuspælarin, sum mánadagin seinnapartin spælir sín A-landsdyst nummar 75.
- Vit hava sum so ikki eina fasta "start 11". Tað eru altíð broytingar, og í øllum førum tveir dygdargóðir spælarar til hvørt pláss. So snýr tað seg bara um, hvør er "fresh, í form og hvat man vil taktiskt" - tað kunnu venjararnir velja eftir.
Les eisini: Her er nógv gott í væntu: - Grundarlagið kann leiða til nakað stórt fyri landsliðið
Sí eisini: Jóannes Kalsø Danielsen hevur leikbann til avgerandi dystin
Varaliðformaðurin fær millum annað ein nýggjan vongbakk undir liðuna á sær í morgin, men hugsað verður bert um at fáa neyðuga sigurin í hús
Hoyr samrøðuna við Odmar Færø ovast
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova
FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná. FM1 sendir frá klokkan 13.30
Støðan:
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig
4. Kasakstan 2 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald