Fótbóltur

Her er nógv gott í væntu: - Grundarlagið kann leiða til nakað stórt

Eyðun Klakstein heldur, at Føroyar ikki hava væl fleiri stig í Nations League vegna tilvild og óhepni. - Einki stendur og fellur við dystinum í morgin, men vit vilja sjálvandi hava hasar røkkstøkkdystirnar.

- Avrikini hava verið støðug. Tað hevur ikki verið hepni, segði Eyðun Klakstein á Tórsvølli seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

- Avrikini hava verið støðug. Tað hevur ikki verið hepni, segði Eyðun Klakstein á Tórsvølli seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-15 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Møguleikin at gerast nummar eitt er vekk. Men realistiski og góði møguleikin at gerast nummar tvey og møguliga flyta upp er har. Og síðamni fríggjakvøldið hava vti bert hugsað um at fara eftir honum.

Soleiðis legði Eyðun Klakstein fyri á dagsins tíðindafundi, sum var í sambandi við dystin móti Moldova - dystin í morgin um 2. plássið í Nations League-bólkinum. Hesin gevur røkkstøkkdystir í mars og betri EM-møguleikar í 2028.

- Avrikini hava verið støðug. Tað hevur ikki verið hepni. Tað er heldur av tilvild og óhepni, at vit ikki hava fleiri stig. Generellu avrikini vísa, at her er nógv gott í væntu. Grundarlagið kann leiða til nakað stórt, sigur landsliðsvenjarin við miðlarnar.

[object Object]

Moldova hevur flutt seg - fegnast um stuðulin

Moldova er tvey stig frammanfyri Føroyar undan dystinum mánadagin. Hetta er serliga takkað verið sigrunum á Kasakstan. Moldova var eisini betra liðið, tá Føroyar spældu í Moldova.

- Moldovar høvdu eitt keðiligt tíðarskeið eftir góðu EM-undankappingina í 2023, tá teir millum annað vunnu her. Men teir hava flutt seg nógv síðani á summri. Koma frá deild D í Nations League, hava nú vunnið tveir av seinastu trimum dystunum og  hava nógvar spælarar sum eru á høgum stigi.

Eyðun Klakstein vísir á, at Moldova millum annað hevur nakrar góðar langskjúttar: Nakað sum Føroyar upplivdi í Moldova fyri stuttum (beinleiðis fríspark í mál og skot á stongina) og sum hevur verið at sæð síðani. Odmar Færø, sum eisini var á tíðindafundinum var greiður um Moldova - men eisini um føroysku dygdirnar:

- Moldova er dysturin, har vit minst hava uppiborið at fingið nakað burturúr. Men í morgin nýtast ikki at hugsa um annað enn at fara at vinna ein. Vit kenna tað tó ikki sum ein "presstøða". Líta uppá egin evni og hvønn annan og minnist ikki so gott landslið, í mun til breidd.

[object Object]

Venjari og spæari fegnaðust eisini um stóra áskoðarastuðulin, sum er í væntu: ùtvið 5.000 hava skrásett seg til avgerandi dystin, har tað er ókeypis atgongd:

- Tað er ógvuliga hugaligt at so nógv koma at stuðla okkum. Vóru skeptisktir tá vit sóu Moldova í november í dystarskránni. Men hetta verður stuttligt - nú er alt uppá spæl og fullsettur Tòrsvølli, sigur Eyðun Klakstein.

- Munurin at spæla langt burtur á einum vánaligum graslíki og so til at spæla her er stórur. At spæla fyri nógvum spentum føroyingum í kendum umstøðum gevur eitt øðiligt "boost". Tað eru slíkir dystir, sum man gleðir, sigur Odmar Færø-

Sí eisini: Jóannes Kalsø Danielsen hevur leikbann til avgerandi dystin

Nations League Deild C, bólkur 3

6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Fult 

Til ber at skráseta seg til atgongumerki her

FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná

Støðan: 
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig 
4. Kasakstan 2 stig **

* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. 



- 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder