Hondbóltur

Avsmurningur í seinna European Cup-dystinum

Evropeiskur hondbóltur er av hjá neistakvinnum á hesum sinni. Tað endaði við samanløgdum 74-45 tapi móti Zug úr Sveis. Sí hæddarpunkt frá Portal Play.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-14 21:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undan dystinum var ein lítil vón um, at neistakvinnur kundu gera okkurt við sveisisku mótstøðuna.

Í fyrra dystinum, sum var spældur í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið endaði tað við sjeymálstapi hjá Neistanum, men í kvøld gjørdist munurin væl størri.

Heilar 45 ferðir máttu neistakvinnurnar í málið eftir bóltinum, og tær megnaðu einans at skora 23 ferðir móti LK Zug.

Samanlagt tapti Neistin 74-45 móti sveisiska LK Zug og evropeiski hondbólturin fyri teirra viðkomandi er av á hesum sinni.

Dystirnir báðir um vikuskiftið vóru vístir á Portal Play, og omanfyri síggjast nøkur av hæddarpunktunum frá dystinum í kvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder