Eftir næstseinasta umfar í Nations League-bólkinum hjá føroyska manslandsliðnum er myndin greið undan seinasta umfari.
Slovakia og Kasakstan hittast men hava einki at spæla fyri: Slovakia tryggjaði 1. plássið í bólkinum og uppflyting til Deild B við 2-2 javnleikinum móti Føroyum. Kasakstan tapti í Moldova og endar aftast - ella í besta føri nummar trý.
2. plássið gevur røkkskøkkdystir (play-off) um uppflyting til næststerkastu deildina í Nations League. Talan er um Deild B,
Moldova tryggjar plássið, um tað eydnast at fáa stig á Tórsvølli. Men vinna Føroyar, so eru tað okkara, sum hava kappingardystir síðst í mars 2027. Og ein møguleika at koma á hægri stig í kappingini, umframt ein eyka møguleika til røkkstøkkdyst í sambandi við endaspæl.
Myndir: Søta og súra kvøldið í Kroatia
Harvið skulu Føroyar vinna sær trý stig. Vinnarin fer víðari, men Moldova kann spæla við javnleiki í huga mánadagin.
Tað er ókeypis at koma á Tórsvøll mánadagin seinnapartin, og áhugin er stórur - skjótt er ikki møguligt at skráseta seg.
Føroysku spælararnir komu aftur til landið tíðliga í morgun. Nú er hvíld á Hotel Føroyum, og í dag snýr tað seg í stóran mun um at koma fyri seg. Sunnudagin verða tíðindafundur og venjing á Tórsvølli
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
Til ber at skráseta seg til atgongumerki her
FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná
Støðan:
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig
4. Kasakstan 2 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald