Kosice, Slovakia (Portalurin): Føroyar spæla her í Slovakia í annaðkvøld, har roknað verður við við nakað yvir 10.000 áskoðarum.
Meinhard Egilsson Olsen segði seg í gjár gleða seg at spæla frammanfyri slíkari fjøld - hoyr samrøðuna her:
Meinhard Egilsson Olsen aftur á landsliðnum: - Havi ikki kent meg so væl í longri tíð
Mánadagin er seinasti dysturin í 2026 á skránni, og talan verður eftir øllum at døma um avgerandi dystin um 2. plássið í Nations League-bólkinum. Plássið, sum gevur rættin at spæla um uppflyting til deild B.
Av tí at dysturin er so týðandi fyri Føroyar, og tí hann liggur klokkan 15 ein mánadag, tók FSF avgerð um, at áskoðarar ikki skulu rinda fyri dystin.
- Hetta hevur nógv at siga og tað er eitt upplagt høvdi, vísti Kristin Dam Ziska aðalskrivari á í samrøðu við Portalin í sambandi við úttøkuna
Sí eisini: Ókeypis landsdystur: - Vilja hava so nógv sum gjørligt á Tórsvøll at stuðla
Einki pláss á einari langsíðuni - latið upp fyri hinari langsíðuni
Nógv hava eisini tikið av møguleikanum at skráseta seg til eitt atgongumerki.
fsf.atgongumerki.fo vísir, at einki pláss er á eystaru og størri langsíðuni, har umleið 2.700 setur eru.
Umframt hetta eru nógv pláss farin aftanfyri málið, og latið er upp fyri hinari langsíðuni eisini nú.
Harvið eru nakað yvir 3.000 áskoðarar skrásettir til seinasta og avgerandi Nations League-dystin. Um øll møta upp, og fleiri leggjast afturat, so fer tað av álvara at merkjast mánadagin. Og so verður áskoðaratalið til Moldova-dystin væl hægri enn millum annað til minniliga 2-1 dystin móti Kekkia í fjør.
----------------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
Til ber at skráseta seg til atgongumerki her
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald