Føroyameistararnir í fótbólti, NSÍ, skulu hava nýggjan venjara. Felagið boðar frá, at íslendingurin Sigurður Ragnar Eyjólfsson, betur kendur sum Siggi Raggi, av persónligum orsøkum ikki er áhugaður at halda fram sum høvuðsvenjari, hóast NSÍ hevði ynskt at hildið fram við góða samstarvinum.
- Vit hava fulla virðing og fatan fyri avgerðini hjá Sigga, skrivar felagið og heldur fram:
“Siggi Raggi hevur sett síni týðiligu spor í søguna hjá NSÍ. Við honum á odda eydnaðist tað felagnum at vinna føroyameistaraheitið í 2026, eftir 19 ára bíðitíð. Eisini í evropeisku kappingini vísti hann, saman við leikarunum og venjaratoyminum, at NSÍ kann standa seg á altjóða pallinum.
Men tað er ikki bert fyri ítróttarligu úrslitini, at vit fara at minnast Siggi Raggi.
Frá fyrsta degi hevur hann víst seg sum ein framúr dugnaligur og nærlagdur venjari, ið við sínum arbeiðslag, sínum eldhuga og sínum menniskjaligu eginleikum hevur vunnið virðing frá øllum rundan um felagnum.
Siggi Raggi hevur verið ein fyrimynd á allar mátar – bæði sum venjari og sum menniskja. Hann hevur møtt leikarum, starvsfólkum, sjálvbodnum og viðhaldsfólkum við virðing, eyðmýkt og professionalismu. Hann hevur ikki bert verið við til at menna eitt fótbóltslið, men eisini verið við til at styrkja felagsskapin og mentanina í NSÍ.”
Enn er ógreitt hvar Sigurður Ragnar heldur fram í sínum venjarayrki. Íslendski miðilin fotbolti.is skrivar í morgun, at hann er fluttur heim aftur til Íslands at vera nærri fjølskyldu og vinum. Miðilin veit at siga, at hann hevur verið í samband við felagið Fylkir, men Fylkir valdi at seta annan í venjarastarvið.
![]()
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald