Kosice, Slovakia (Portalurin): Seinnapartin kom føroyski manslandsliðshópurin í fótbólti til næststørsta býin í Slovakia.
Har hevur venjing verið á skránni í kvøld, og gongd er á fyrireikingunum til týðandi Nations League-dystin móti Slovakia fríggjakvøldið klokkan 19.45. Talan er um næstseinasta dystin í bólkinum, har Føroyar stríðast fyri 2. plássinum og rættinum um at spæla um uppflyting til Deild B - og uppaftur størri dystir framyvir.
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
FM1 og Portalurin eru við á ferðini og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt
Sí eisini: Meinhard Egilsson aftur á landsliðnum: - Havi ikki kent meg so væl í longri tíð
Í morgin, hósdagin 12. november, klokkan 11 er beinleiðis sending á skránni úr Slovakia.
Har fer Trygvi Absalonsen saman við gestum at meta um útlitini í dystunum, umframt hvat rørir seg í føroyska heiminum. Vit hoyra sjálvandi eisini úr landsliðsleguni.
Lurta her ella á frekvensunum kring landið
------------------------------------------------------
Full sendiskrá í Slovakia (FM1):
Hósdagin 12. november
Klokkan 11: Landsliðsradio úr Slovakia
Fríggjadagin 13. november
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.30: Slovakia - Føroyar
Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá á staðnum - sum tann einasti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald