Fótbóltur

Meinhard Egilsson aftur á landsliðnum: - Havi ikki kent meg so væl í longri

- Tað hevur verið eitt mál hjá mær at gerast til reiðar til hesar landsdystirnar, og nú fara vit eftir at fáa stig í Slovakia. Hetta sigur nýklækti føroyameistarin í sambandi við fyrstu venjingina í Slovakia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-11 20:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kosice, Slovakia (Portalurin): Seinnapartin kom føroyski manslandsliðshópurin í Fótbólti til næststørsta býin í Slovakia.

Sí eisini: Føroyingar fara nú til Slovakia

Eftir nakað av hvíld og mati á gistingarhúsinum, gekk leiðin til ein venjingarvøll í Kosice.

Har fekk Portalurin orð á ein av landsliðsspælarunum, sum er aftur.

- Eg havi bert fingið spælt eini 10 dystir í ár, so tað hevur verið strævið, men tað hevur gingi betri og betri seinastu tíðina, og í eg havi ikki kent meg so væl sum nú í langa tíð.

Soleiðis sigur álopsspælarin úr NSÍ, sum hevur verið skaðadarvaður men kom aftur til barndómsfelagið í summar og var við at vinna fyrsta føroyameistaraheiti á manssíðuni í 19 ár.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen saman við landsliðsliðfelaganum Peturi Knudsen og pápanum Egil Olsen gulldagin á Svangaskarði (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyri fyrstu ferð síðani dystin í Kroatia fyri einum ári síðani, skal Meinhard Egilsson Olsen spæla landsdyst. Tað verður ikki frá byrjan fríggjadagin, væntar 29-ára gamli maðurin við 42 A-landsdystum, men Meinhard er til reiðar at gera ein mun.

- Tað er eitt sindur síðani, at eg havi spælt á so mikið stórum leikvølli. Men tað er slíkt, man spælir fyri og fáa vit eitt stig her, so er støðan sera góð undan 

Hoyr samrøðuna við Meinhard Egilsson Olsen ovast

--------------------------------------------------------------

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar

(Kasakstan - Slovakia)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. FM1 og Portalurin vera við á ferðini og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt

---------------------------------------------------------------------

Sendiskrá í Slovakia (FM1):

Hósdagin 12. november 
Klokkan 11: Landsliðsradio úr Slovakia

Fríggjadagin 13. november
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.30: Slovakia - Føroyar

Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá á staðnum - sum tann einasti

Hoyr FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder