Annað

Kurvabóltur: Hamar dró frá í endanum og vann á Sporðdrekanum

Sóley M. Petersen hevði ein stóran leiklut í sigrinum og skoraði 9 stig fyri Hamar í fjórða fjórðingi.

Sóley M. Petersen

Sóley M. Petersen

2026-11-10 08:25 Author image
Innsent
placeholder

Dysturin millum Hamar og Sporðdrekan var javnur og sera tættur til Hamar dróg frá síðstu minuttirnar. Leiðslan skifti fleiri ferðir, og Sporðdrekin var enntá á odda 28–27 í fjórða fjórðingi.

Hamar tók tó leiðsluna aftur og setti síðani ferð á. Við einum sterkum 10–2 endaspurti dró Hamar frá og tryggjaði sær ein 42–30 sigur.

Sóley M. Petersen hevði ein stóran leiklut í sigrinum og skoraði 9 stig fyri Hamar í fjórða fjórðingi. Tey 9 stigini komu øll frá trýstigsskotum, tá bert 2 minuttir vóru eftir.

Sporðdrekin stóð seg væl undir kurvini og fekk nógv returar, men hevði trupult við at fáa stig í endanum. Fleiri tekniskar villur høvdu við sær, at Hamar veruliga fekk møguleikan at taka yvir. Og sigast má at tær grønu úr Hamar tóku av.

Sóley Maria Petersen gjørdist toppskjútti við 16 stigum. Hjá Sporðdrekanum var Kristina í Dávastovu toppskjútti við 12 stigum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder