Podgorica, Montenegro (Portalurin): - Tað hevur verið hart, men tað hevur gingið betri enn væntað. Tað er nógv fyri meg sjálva, men havi tíbetur góðar liðfelagar og fái viðgerð fýra tímar um dagin.
Í oktober varð Súna Krossteig Hansen skurðviðgjørd fyri skaða í meniskinum. Hetta heldur landsliðsprofilinum úti í nakrar mánaðir - millum annað undir EM-endaspælinum í desember.
Sí eisini: Súna hevur verið undir skurð - skal sita uttanfyri undir EM og allan veturin
26-ára gamla havnarkvinnan vónar sjálvandi at sleppa til Póllands at stuðla - tað veldst um, hvar í viðgerini hon er.
Vit fingu orðið á Súnu Krossteig Hansen í hennara núverandi heimbýi undan EM-undankappingardystinum hjá monnum móti Montenegro. Súna er í løtuni sáttmálabundin til stórfelagið í landinum: ZRK Buducnost.
Sí samrøðuna ovast
Sí eisini: Átta føroyskir fjepparar í Montenegro
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald