- Umboðsmaðurin hjá mær leitar nú eftir felagi í næstbestu deildini fyri fyrst. Vónandi ber til at finna eitt felag á tí stignum.
Soleiðis segði Arnbjørn Svensson, tá Portalurin tosaði við Víkinga-verjuspælaran í Astana fyri einum mánaða síðani. Hann var komin við A-landsliðnum til Asia, eftir at Andrias Edmundsson hevði fingið leikbann og váttaði tá, at hann steðgar í Víkingur eftir kappingarárið. Leiðin hjá 27-ára gamla gøtumanninum gongur til Danmarkar.
Sí eisini: Arnbjørn Svensson takkar fyri seg í Víkingi eftir kappingarárið
Arnbjørn Svensson varð úttikin til A-landsliðið í gjár (Mynd: Sverri Eghollm)
- Mær hevur dámt ógvuliga væl í NSÍ. Men eg havi hugsað um at fara at royna meg uttanlands. Spæli eg í Føroyum verður tað mest sannlíkt í NSÍ - nú skal eg umhugsa tíðina.
Soleiðis segði Emil Weihe Joensen við FM1 stutt áðrenn hartarbeiðandi miðvallarin hjá NSÍ fekk FM-gull um hálsin á Svangaskarði leygardagin.
Emil Weihe Joensen: Kenslan er heilt fantastisk - ivist í framtíðini
Tað hevur ljóðað, at 22-ára gamli miðvallarin kann fara at royna okkurt annað. Og hesa vikuna venur Emil Weihe Joensen við Hillerød Fodbold.
Hetta saman við Arnbirni Svensson, sum eisini roynir seg í felagnum í næstbestu donsku deildini. Teir royna nú at spæla seg til ein sáttmála við felagið í Norðursælandi, har Poul Kallsberg í løtuni er.
Portalurin hevur fingið upplýst, at føroyingarnir skulu venja við samanlagt fýra ferðir hesa vikuna og til og við fríggjadagin.
Emil Weihe Joensen var á fyrsta sinni á A-landsliðnum í september og oktober. Hann var ikki á listanum hjá Eyðuni Klakstein í gjár, men tað var Arnbjørn Svensson.
Les eisini: Ari Olsen á fyrsta sinni á A-landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald