Fótbóltur

Video: - Vit fara eftir fýra stigum hesa vikuna

Tað verður als ikki lætt móti Kosovo mikudagin, men vit gleða okkum nógv at spæla aftur við Tjarnir, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum eisini setur orð á komandi skiftið til Aalborg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-02 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allir á føroyska manslandsliðnum í hondbólti eru komnir til landið, og teir vandu saman við Tjarnir fyrr í kvøld - Óli Mittún nakað avmarkað vegna smáar avbjóðingar í fótliðnum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ikki spælt í trimum teimum seinastu heimadystunum hjá Føroyum. Spælskiparin hevur tí glett seg serliga nógv hesaferð.

Tað gongst væl hjá THW Kiel, sum er oddalið í Týsklandi. 24-ára gamli hoyvíkingurin droymir um at vinna Bundesliguni áðrenn skiftið til Aalborg næsta summar - eitt skifti hann sær sum hóskandi á ymsan hátt.

Hesa vikuna fer Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir fýra stigum, tá Føroyar spæla tveir teir fyrstu dystirnar í undankappingini til EM 2028.

Hoyr samrøðu ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder