Annað

Tummas og Moss nummar sjey í Hart voor West Friesland

Heili 105 hundar úr níggju ymiskum londum hava luttikið í innleiðandi kappingunum, og Tummas og Moss endaðu á 7. plássi í finaluni.

(Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

(Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

2026-11-02 18:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tummas Jacobsen og seyðahundurin Moss hava luttikið í altjóða seyðahundakapping í Niðurlondum, har teir fingu sera gott úrslit, skrivar Seyðahundasamband Føroya.

Heili 105 hundar úr níggju ymiskum londum hava luttikið í innleiðandi kappingunum, sum hava verið skiparar yvir fýra kvalifitiónsvikuskifti.

Tummas og Moss luttóku í einum av hesum vikuskiftinum í september, har teir komu í hálvfinaluna. Tað gekk so mikið væl, at teir komu í finaluna. Í finaluni endaðu teir so á einum flottum 7. plássi í Hart voor West Friesland í Niðurlondum.

– Hetta er eitt sera gott úrslit og prógvar at føroyskir seyðahundar, og teirra førarir, kunnu gera seg gladandi í altjóða kappingum, skrivar Seyðahundasamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder