Fótbóltur

Ókeypis landsdystur: - Vilja hava so nógv sum gjørligt á Tórsvøll at stuðla

Kristin Dam Ziska greiðir frá, hví dysturin móti Moldova mánadagin 16. november er so týðandi fyri Føroyar, og hví FSF hevur tikið hesa avgerðina. - Ikki ein ynskistøða men vit royna at fáa sum best burtur úr og millum annað við Skansanum. Sí samrøðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-02 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tíðarmunurin er fimm tímar, og dysturin í Kasakstan byrjar klokkan 20. Harvið noyðast vit at spæla klokkan 15. Hava verið í samskifti við UEFA um at flutt hann, men ber ikki til tá talan er um seinasta umfar; báðir dystir skulu vera samstundis, tá okkurt er uppá spæl.

- Vit hava samskift við UEFA...hetta er ikki ein ynskistøða, men royna at fáa sum best burturúr. Tað gera vit millum annað í góðum samstarvi við Skansan og við upphitingartiltaki, og so hava vit valt at geva ókeypis atgongd til øll.

Soleiðis segði Kristin Dam Ziska, tá vit tosaðu við aðalskrivaran í Fótbóltssambandi Føroya eftir tíðindafundin í dag.

Umframt at Eyðun Klakstein kunngjørdi hópin til dystirnar móti Slovakia og Moldova, varð eisini kunngjørt at  Føroyar - Moldova 16. november verður ókeypis. Fyri øll.

Óvanliga stigið er tikið, tí Føroyar spæla týðandi dyst ein mánadag í november - klokkan 15.

Sí eisini: Ókeypis A-landsdystur: - Hví ikki koma á Tórsvøll ein mánadag klokkan 15

Kristin Dam Ziska greiddi frá orsøkunum, og eisini hví dysturin hevur so nógv at siga fyri Føroyar.

- Vit vilja ógvuliga gjarna í Deild B í Nations League.

Sí videosamrøðu ovast

----------------------------------------------------------------------

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar

(Kasakstan - Slovakia)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder