Sum vanligt sendir FM1 gullradio við meistarunum í best mansdeildini beint eftir kappingarenda.
Har verður tikið saman um gylta NSÍ-árið, har fyrsta FM-heitið síðani 2007 kom í hús.
Sí myndirnar frá gullfagnaðinum hjá teimum gulkløddu á Svangaskarði leygardagin her
Fyrsti parturin, frá klokkan 15 og eina løtu fram, er samandráttur av árinum í landskappingini.
Frá umleið klokkan 15.30 eru vit beinleiðis við Løkin, har FM1 savnar fjepparar, nógvar spælarar og fólk annars í og kring NSÍ.
Har verður hugt aftur á árið, prikað og reypa til klokkan 17.
Lurta eftir FM1 her - til ber eisini at lurta á heimasíðuni seinni, og leinkja verður løgd á Portalin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald