Max Verstappen vann Grandprixið í Meksiko í kvøld, men tað var 20 ára gamli Kimi Antonelli, sum fór avstað við øllum uppmerkseminum.
Kimi Antonelli hjá Mercedes er heimsmeistari og tað sum tann yngsti higartil.
- Vit gjørdu tað, vit gjørdu tað. Eg hevði ikki verið her uttan mítt toymi og familju. Eg eri málleysur, segði Antonelli í samrøðu sum varð gjørd eftir søguliga sigurin.
Italiumaðurin hevur havt eitt gott ár, og skuldi enda á níggjunda plássi ella hægri fyri at vinna meistaraheitið í dag. Hann endaði á triðja plássi.
(Mynd: Alfredo Estrella/AFP/Ritzau Scanpix)
Hetta er annað kappingarár hjá Antonelli í Formel 1, og í fjør endaði hann á sjeynda plássi.
Kimi Antonelli er 20 ár og 68 dagar. Sebastian Vettel hevur síðan 2010 verið yngsti heimsmeitarin. Hann var 23 ár og 133 dagar tá hann vann heitið.
Enn eru fýra grandprix eftir. 8. november verður koyrt í Brasil og endað verður í Abu Dhabi tann 6. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald