Áðrenn føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla HM-endaspæl - í Týsklandi í januar 2027, byrjar stríðið um at røkka næsta EM-endaspælinum aftur: Tí sum verður í Spania og Portugal í januar 2028.
Føroyar eru í bólki við Ungarn, Montenegro og Kosovo, og tveir dystir eru á skránni í næstu viku.
Sí eisini: Føroyar byrja ferðina móti næsta EM-endaspælinum í næstu viku
Fyrsta venjingin er á skránni við Tjarnir í kvøld. Tað eru tó ikki allir, sum venja við - summir hava dyst við felagi sínum í dag.
Millum annað spælir Hákun West av Teigum fyri Fücshe Berlin í Eisenach, og Óli Mittún og Teis Horn Rasmussen spæla í bestu donsku deildini. El
Champions League: Óli Mittún aftur á vikuliðnum
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelm Poulsen spældu, og vunnu, í Bundesliguni, í gjár, meðan Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi gjørud bart við Vali í Íslandi.
Venjingar eru eisini í morgin mánadagin, og týsdagin tá FM1 eisini hevur beinleiðis sending við Tjarnir (Klokkan 17.15)
Føroyski hópurin til EM-undandystirnar móti Kosovo og Montenegro
Málverjar:
Pauli Jacobsen, IFK Skövde HK (SWE)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Århus Hånbold (DEN)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Pauli Mittún, HC København (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Elias Ellefsen á Skipagøtur, THW Kiel (GER)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro (DEN)
Ísak Vedelsbøl, HØJ (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)
Vengur:
Pauli Høj, Bergsøy (NOR)
Leivur Mortensen, HF Karlskrona (SWE)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Føroyar byrja við á pappírinum lættasta dystinum: Kosovo á heimavølli mikudagin 4. november klokkan 19.
Fríggjadagin gongur leiðin til Montenegro, har næsta uppgávan er á skránni sunnudagin 8. november klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald