Hondbóltur

Í næstu viku byrja Føroyar ferðina móti næsta EM-endaspælinum

Í januar er HM-endaspæl á skránni, men áðrenn tað hava hondbóltsmenninir týðandi dystir: Við Tjarnir móti Kosovo mikukvøldið 4. november og í Montenegro sunnudagin 8. november.

Óli Mittún undir EM-endaspælinum í januar. Skjótt byrjar striðið um at koma til næsta EM-endaspælið - og Montenegro er á skránni aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún undir EM-endaspælinum í januar. Skjótt byrjar striðið um at koma til næsta EM-endaspælið - og Montenegro er á skránni aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-29 21:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku hondbóltsmenninir hava spælt seg til tað endaspælið, ið er næst fyri: HM í januar 2027 í Týsklandi.

Hetta verður fyrsta HM-endaspælið á manssíðuni, men títt er millum endaspølini í hondbólti, og áðrenn HM í januar skal eitt annað á breddan: EM 2028.

Undankappingin til hetta endaspælið byrjar í næstu viku, fyrstu vikuna í november.

Føroyar byrja við á pappírinum lættasta dystinum: Kosovo á heimavølli mikudagin 4. november klokkan 19.

Eftir dystin við Tjarnir gongur leiðin til Montenegro, har liðini hava nakað at løna hvørjum aftur.

Uppgerðin, ein á pappírinum tøtt og týðandi, verður sunnudagin 8. november klokkan 17.

Ungarn er fjórða liðið í bólkinum og favorittur at vinna hann. Tvey lið koma víðari, umframt at trý'arin hevur góðan møguleika at koma til EM, um fitt av stigum koma til høldar.

Portalurin og FM1 fara at gera nógv burtur úr dystunum hjá hondbóltsmonnunum í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder