Hondbóltur

Jana og Viborg vunnu seg í Final4

Við sigri á Claus Mogensen og Ikast Håndbold er Viborg HK í hálvfinaluni í steypakappingini. Liðið hjá Janu Mittún fekk eisini gott lutakast. Maria Nólsoy og København vóru nær við at koppa Esbjerg.

Jana Mittún var við í nógvum málum hjá Viborg í grannauppgerðini og fjórðingsfinaluni í kvøld (Mynd: Johnny Pedersen/Ritzau Scanpix)

Jana Mittún var við í nógvum málum hjá Viborg í grannauppgerðini og fjórðingsfinaluni í kvøld (Mynd: Johnny Pedersen/Ritzau Scanpix)

2026-10-29 21:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt, at Jana Mittún og Viborg annað árið á rað skulu spæla Final4 millum jól og nýggjár, tá hálvfinalurnar og steypafinalan verða spældar í Odense.

Viborg HK vann sær pláss í Final4 við 31-27 sigri á heimavølli móti Ikast Håndbold, har føroyski landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, er venjari.

Tað var 14-13 til Viborg eftir fyrra hálvleik í fjórðingsfinaluni. Eftir steðgin fóru tær í grønum frá.

Jana Mittún skeyt tvey mál, legði upp til trý, vann eitt brotskast og stýrdi serliga eftir steðgin spælinum væl. Tað var eisini í avgerandi løtum, at føroyski profilurin skoraði.

[object Object](Mynd: Johnny Pedersen/Ritzau Scanpix)

[object Object]Claus Mogensen og tær í Ikast iðra seg um mista hálvfinaluplássið (Mynd: Johnny Pedersen/Ritzau Scanpix)

Fyrr í kvøld spældu Maria Pálsdóttir Nólsoy og København Håndbold móti Esbjerg, og tað eydnaðist akkurát ikki at vinna á favorittunum. Esbjerg vann 32-31 við brotskasti móti endanum, sum Nora Mørk setti í netið. Tað var 18-13 til København í steðginum.

Maria Nólsoy stóð annars fyri góðum avriki við millum annað fimm uppleggum og tveimum málum.

Sønderjyske og Odense Håndbold vunnu seg í gjár í Final4.

Eftir dystin var lutakast um hvussu spælt verður í Final4, og her fekk Viborg eitt gott lutakast, og sleppur undan bæði Esbjerg og Odense. Mótstøðulið í hálvfinaluni verður Sønderjyske, og har má Viborg metast at vera favorittur.

Jana Mittún spælir við Viborg hetta kappingarárið afturat, og fer síðani til Nykøbing Falster at spæla.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder