Hondbóltur

Champions League: Óli Mittún aftur á vikuliðnum

Føroyski úrmælingurin í toppformi undan landsdystunum. Hann skeyt 11 mál og legði upp til 4 móti Sporting og var harvið, aftur, millum teir bestu í bestu evropeisku kappingini: Undir liðuni á Gidsel.

Í næstu viku verður Óli Mittún aftur at síggja við Tjarnir - hesaferð í landsliðsblusini. Hann hevur verið framúrskarandi hjá GOG hetta kappingarárið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í næstu viku verður Óli Mittún aftur at síggja við Tjarnir - hesaferð í landsliðsblusini. Hann hevur verið framúrskarandi hjá GOG hetta kappingarárið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-31 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

GOG tapti heimadystin mikukvøldið og fær harvið einki stig við til miðumfari, men ein 21-ára gamal hoyvíkingur skein móti Sporting CP - serliga í seinna hálvleiki.

Óli Mittún var toppskjútti í dystinum við ellivu málum, og kviki og snildi spælskiparin hevði flesti upplegg hjá GOG: Fýra.

Video: Óli Mittún toppskjútti eftir stórfingið avrik - men Sporting vann

Flotta avrikið, fekk føroyingan á almenna vikuliðið fyri seinasta umfar í bólkaspælinum Champions League. Hetta saman við millum annað fyrrverandi liðfelagnum Frederik Bjerre og Mathias Gidsel

Hetta er aðru ferð av seks møguligum hetta kappingarárið, at Óli Mittún er á vikuliðnum í Champions League.

Spælskiparin og stóri profilurin hjá oddaliðnum í Danmark er í toppformi undan fyrstu EM-undandystunum hjá Føroyum í næstu viku.

Les eisini: Í næstu viku byrja Føroyar ferðina móti næsta EM-endaspælinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder