Seinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum 2026 er á skránni seinnapartin, og tað er ein stórur spurningur, ið okkum vantar at fáa svar uppá?
Hvør verður seinni niðurflytarin.
B68 endar aftast og fer, eftir seks ár í fremstu røð, niður í 1. deild. Toftamenn enda klokkan 14 við dysti móti meistarunum. NSÍ tryggjaði FM-heitið sunnudagin við Løkin, og "gula gullveitslan" hevur koyrt síðani.
Les eisini: Gullveitslan er av álvara byrjað - hæddarpunktið verður í dag
Trý lið hava 25 stig. Eitt teirra endar við svartaperi. Hetta við at enda á 9. plássi.
Stríðið stendur millum Skála, AB og 07 Vestur. Fyrstnevnda hevur best kort á hondini: Best málúrttøku, spælir móti tryggjaða EB/Streymi og hini bæði liðini spæla ímóti hvørjum øðrum.
Ymiskt kann tó ganga galið hjá Skála, sum er flutt niður í trimum sínum seinastu royndum í fremstu deildini. Millum annað um AB og 07 Vestur spæla javnleik - tað er í øllum førum nóg mikið hjá argjamonnum, sum hava betri málúrttøku hjá 07 Vestur.
Hjá vágamonnum er tað einfalt: Um Skála fær stig, so skal 07 Vestur vinna. Tað hevur koyrt væl betri hjá dagsins gestum á Argjum - men AB hevur nú ein seinasta møguleika at avgerða tingini. Hetta á heimavølli, har nógv verður gjørt burtur úr aftur í dag. Eitt satt niðurflytingarbrak á breddanum.
FM1 sigur frá AB - 07 Vestur og EB/Streymur - Skála. Samrøður verða hiðandi og eisini av Svangaskarði, og eftir dystirnar taka vit samanum - nógv tilfar verður eisini á Portalinum
27. og seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin 31. oktober
14.00: B68 – NSÍ - Samrøður og annað á FM1. Myndir frá steypahandan á Portalinum
15.00:
HB – B36
KÍ – Víkingur
AB – 07 Vestur (FM1-frásøgn)
EB/Streymur – Skála (FM1-frásøgn)
Til ber eisini at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald