Hondbóltur

Video: Jóhan á Plógv Hansen gjørdi sítt - SAH nær við at basa Barca

Høgri vongurin skoraði sannførandi uppá øll síni fimm skot í tætta dystinum. Champions League-vinnararnir sigraðu, og SAH - Aarhus er úti av Champions League.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-30 11:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skanderborg Aarhus, ella SAH, hevur staðið seg væl í fyrstu roynd felagsins í Champions League.

Tað eydnaðist at vinna báðar dystirnar móti franska stórfelagnum Montpellier og spæla javnleik móti Dinamo Bucarest á heimavølli. Men greiða tapið í Rumenia í síðstu viku gjørdi, at liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen noyddist at vinna sær stig móti Barcelona á heimavølli í síðsta umfari.

Tað var ikki so langt frá, at hetta eydnaðist. Danska felagið spældi sum heild ein flottan dyst móti spanska stórfelagnum, har tað eydnaðist at hanga í allan vegin - millum annað við 7 móti 6-spæli og stórbjargingunum í málinum frá Magnusi  Kjærsgaard Petersen.

Jóhan á Plógv Hansen gjørdi sanniliga eisini sítt. Royndi havnarmaðurin fekk fimm skotroyndir, og føroyingurin skoraði sannførandi uppá allar, um tað so var móti Sergey Hernandez og Viktor Gísla Hallgrímsson: 5/5 

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen var næstbesti málskjútti hjá heimaliðnum í stríðnum við Barcelona (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Sí hæddarpunkt ovast ella á Youtube-síðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni

Champions Leauge-vinnararnir vóru tó stinnari og fóru frá seinastu løtuna. Tað endaði 27-30 í Aarhus, og harvið endar SAH á 3. plássi í bólkinum og skal ístaðin spæla í European League, næststerkastu evropeisku kappingini, í vetur.

Barcelona fer víðari við fullum stigatali, og Dinamo Bucarest kemur við víðari. Rumenska liðið vann  í Fraklandi í gjár.

Liðini hjá Óla Mittún og Hákuni West av Teigum eru víðari til Champions League-miðumfarið, ssum byrjar 18. november. GOG og Füchse Berlin hava tó einki stig við víðari.

Video: Óli Mittún toppskjútti eftir stórfingið avrik - men Sporting vann

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder