Fótbóltur

Video: Mjällby stórt fet nærri bjargingini í bestu svensku deildini

Áki Samuelsen kom inn, tá føroyingafelagið vann botndystin 2-1. Fyrsti landskappingarsigur í tveir og ein hálvan mánað - her ber til at síggja landsliðsspælaran skapa stóran møguleika..

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-30 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur sæð tungt út hjá Mjällby í fleiri mánaðir. Verandi svensku meistararnir hava als ikki livað upp til flotta 2025-kappingarárið og endaðu í botnstríðnum.

Undan útidystinum móti Örgryte í gjár, hevði Mjällby ikki vunnið í Allsvenskan níggju dystir á rað - síðani 15. august. Men móti næstniðasta liðnum brast fyri nev.

Tað eydnaðist at vinna 2-1 í dysti, har øll málini komu uppá deyðbóltar, og nú skal nógv ganga galið seinastu fýra umførini, um føroyingafelagið skal fara niður: Sjey stig eru niður til júst Örgryte og beinleiðis niðurflytingarpláss. Seks stig eru niður til Degerfoss og play-off pláss.

Sí eisini: Video: Mattias Hellisdal legði upp - hjálpti hinum føroyingunum í Allsvenskan

Sí støðuna her

Áki Samuelsen kom inn, tá tjúgu minuttir vóru eftir í gjár, og føroyski landsliðsspælarin legði upp til risa møguleika fyri at seta punktum. Tað eydnaðist tó ikki, men tey trý stigini komu við til Hallevik.

Sí málini og hæddarpunkt ovast ella á Youtube

Hesi var Áki við at hála í hús. Hin føroyski landsliðsspælarin í hópinum, Martin Agnarsson, var ikki í dystarhópinum hóskvøldið. 

Mjällby kann tryggja plássið í deildini, um úrslitini um vikuskifti ganga rætta vegin. Kalmar FF kemur á vitjan sunnukvøldið.

Kalmar tapti fyri GAIS í gjár, har fyrrverandi Skála-vongurin Simon Jørgensen á flottan hátt legði upp til einasta málið í dystinum. Sí niðanfyri - Simon hevur nummar 14 hjá teimum í grøn-hvítum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder