Fyri kortum var stór evropeisk kapping í darti við Tjarnir - nú snýr tað seg um FM í einmansleiki.
Hetta verður á fyrsta sinni á KG gistingarhúsinum í Klaksvík.
Byrjað verður við U13 og U18, har tað eru fimm spælarar í hvørjum aldursbólki. Hesar kappingarnar byrja klokkan 11.
Bólkaspæl hjá kvinnum og monnum byrjar klokkan 13. Dartsamband Føroya skrivar, at hjá kvinnum eru 10 leikarar. Fýra eru seedaðir beinleiðis í cup og koma við seinni: Beinta Joensen Theresa Enghamar, Jóna Miðalberg og Annika Joensen.
Hjá monnnum eru heili 56 leikarar. 16 leikarar eru seedaðir beinleiðis í cup og vera við frá umleið klokkan 16.30. Teir eru:Jan Macintosh, Tummas Simonsen, Jan Erik Fjallstein, Petur Thomsen, Uni Árting, Marjus Hansen, Bogi Arge, John Bjarni Frederiksberg, Remy Gaardlykke, Jón Johansen, Jógvan Olivur Kallsoy, Mathias Krosstein, Jóhannes á Toftini, Esmar Mikkelsen, Eli Heinesen og Petur Johansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald