Fótbóltur

Fótbóltsskýlið: Niðurflytingarbrakið á Argjum á breddan

Vágamaðurin Jóhan á Mýrini og argjamaðurin Fróði Olsen eru sum vera man spentir til seinasta umfar leygardagin. Teir vitja Trygva Absalonsen í dag klokkan 17.15.

John Andersen og Jóhan á Mýrini vitjaðu í síðstu viku, tá FM og niðurflyting vóru á breddanum - hesaferð snýr tað seg bert um at sleppa undan 9. plássinum, og Fróði Olsen avloysir John (Mynd: Trygvi Absalonsen)

John Andersen og Jóhan á Mýrini vitjaðu í síðstu viku, tá FM og niðurflyting vóru á breddanum - hesaferð snýr tað seg bert um at sleppa undan 9. plássinum, og Fróði Olsen avloysir John (Mynd: Trygvi Absalonsen)

2026-10-30 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta umfar í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í morgin, leygardagin 31. oktober, og spenningurin í botninum er framvegis stórur.

Fótbóltsskýlið fer í dag at varpa ljós á hetta og serliga á dystin á Argjum, har AB og 07 Vestur spæla um halda sær í deildini:

Vinnur 07 Vestur fer AB, ella Skála, niður. Um AB vinnur, fer 07 Vestur niður, og um tað endar við javnleiki á Argjum er AB eisini tryggjað.

Sí eisini: Á Argjum gera tey nógv burtur úr áðrenn niðurflytingarbrakið

Skála skal hava stig í Streymnesi fyri at við egnum mátti tryggja enn eitt ár í Meistaradeildini.

Møguleikarnir eru nógvir, og hesir fara Trygvi Absalonsen og gestir hansara at hyggja eftir eftir tíðindini klokkan 17.

Vágamaðurin Jóhan á Mýrini og argjamaðurin Fróði Ólason Olsen vitja. Teir fara at seta orð á spenningin, sum er undan nærum beinleiðis niðurflytingarfinaluni, sum verður Inni í Vika klokkan 15.00 leygardagin.

Fótbóltsskýlið er hvønn fríggjadag á FM1 og hoyrist her
Til ber eisini at lurta aftaná á fm1.fo og á Portalinum

Fótbóltsskýlið er hvønn fríggjadag klokkan 17.15 á FM1. Vit siga eisini frá á Argjum og í Streymnesi í morgin

----------------------------------------------------

27. og seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin 31. oktober

14.00: B68 – NSÍ - Samrøður og annað á FM1 umframt steypa- og gull myndir á Portalinum

15.00:
HB – B36 
KÍ – Víkingur 
AB – 07 Vestur (FM1-frásøgn)
EB/Streymur – Skála (FM1-frásøgn)

Undan seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum, er B68 flutt niður. Síðani hava trý lið, sum kappast um at sleppa undan 9. plássinum, 25 stig:

[object Object]

Sí eisini: Avgerðin um seinna niðurflytingarplássið fellur á Argjum leygardagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder