Í dag verður Skúlin á Fløtum í Havn karmur um annan Burn-róðurin, sum Havnar Róðrarfelag og Róðrarsamband Føroya skipa í felag.
Sambært Róðrarsambandinum er hetta fyrstu ferð í nógv ár, at inniróðurskapping verður hildin í Havn.
Fyrsta inniróðurskappingin varð 3. oktober í høllini á Giljanesi. Tá var talan um metnógvar luttakarar - 95. Sí úrslitini her.
Áhugin fyri dagins kapping er eisini stórur, tí heili 120 rógvarar luttaka.
– Hetta er met fyri ein Burn Róður og eitt luttakaratal, sum vit vanliga bert síggja til FM í inniróðri, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Fyrsti starturin er klokkan 13, og kappingin verður stroymd beinleiðis á YouTube-rásini hjá Róðrarsambandinum. Sí startrøðina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald