Talan er um ein serstakan dag fyri NSÍ'arar. Tað eru 19 ár og tveir dagar síðani, at besta mansliðið hjá NSÍ var heiðrað sum føroyameistari - á fyrsta sinni.
Nú er Pól Thorsteinsson ikki longur spælari, men hjálparvenjari, og synirnir hjá Jens Martini Knudsen spæla við. Í dag spælir Petur Knudsen ikki við, tí toppskjúttin í Meistaradeildini hevur leikbann. Men liðformaðurin man sleppa at lyfta steypið; møguliga saman við Klæminti Andrasson Olsen, einasta núverandi NSÍ-spælara sum var við í 2007 eisini.
![]()
![]()
Petur Knudsen javnaði móti HB í 84. minutti sunnudagin og tryggjaði harvið NSÍ neyðuga stigið (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Gula gullveitslan við Løkin
Knudsen-familjan savnaðist eftir FM-staðfesting: - Kenni ongan við betri vinnaramentalitet enn babba
Gullveitlsa hevur verið á eystara armi av Skálafjørðinum síðani, tó at gullið ikki komið um hálsin enn. Tað ger tað á Svangaskarði stutt eftir klokkan 16 í dag.
Dysturin móti grannunum hevur einki at siga. Í niðurflutta B68 noyðist man heldur at viðurkenna, at teir í gulum hava verið bestir í 2026.
Rekkjukoyring og felags tiltøk hava sett sín dám á, og í løtuni er fitt av fólki savnaði við Løkin. Dysturin byrjar klokkan 14, og seinni vera nógvir NSÍ'arar savnaðir í Borg og síðani til ársveitslu.
Vit hava myndir frá steypahandanini og frøini á Svangaskarði seinni, umframt samrøður og annað - á FM1 og á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald